KEYP YOGA SKEIÐ HER    dato er óvist enn - AVMARKAÐ PLÁSS

Hatha Yoga:
Hetta er miðal-tempo yoga, sum er opið fyri øllum, ið dáma at røra seg. Vit arbeiða við øllum kroppinum, har vit brúka andadráttin til at skapa flow.

Í hesum tímunum miðar Rebekka eftir at geva tær eina løtu, har tú fært vakt kroppin og slept tankarokanum.

Rebekka miðar eisini eftir, at geva tær eitt haldgott útgangsstøði, sum tú kanst taka við tær til tína venjing heima.

Yoga kann, m.a.:
- bøta um sinnistøðurnar og minka um angist
- økja um smidleika og betra ta fysisku styrkina
- betra um kropsburðin, halda ryggin ungan og minka um skaðar
- minka svøvnloysi
- betra um orku -og lívsmegi
- betra um órinsverjuna
- saman við sunnum kosti, minka um yvirvekt
- minka um kroniska pínu, m.a. í liðum og vøddum
- økja lungafunksjón

Hvør er Yoga venjarin?
Rebekka Á Neystabø

Nær, hvar og hvussu leingi venja vit?
· Undirvísing og venjing er í BURN Fitness í Tórshavn.
· Venjing er mánadag og mikudag kl 16:30
· Hvør venjing er 60 min.
· Venjingin er í 6 vikur

Hvat er við í prísinum?
Kostnaður: 945,-
· 12 venjingar saman við venjara.
GG - limahald til Burn Fitness er ikki íroknað prísinum.