Melda til her Byrjar 16. november 2019 

Virkin:
Í Burn Virkin læra vit um essensin í virkisførari venjing (functional training): at venja kroppin soleiðis, sum kroppurin eigur at vera vandur. Vit gjøgnumganga, hvussu ein styrkir funktionellar kroppsligar rørslur soleiðis, at vit fáa ein virknan og sterkan kropp restina av lívinum.

Yvirskipað verður sundurskilt í 6 grundleggjandi rørslumynstir:
- Squat/Lunge (onkutíð sundurskilt)
- Bend
- Pull
- Push
- Twist
- Gait

Vit gjøgnumganga ymiskar variatiónir av øllum rørslumynstrunum, umframt at vit kombinera andadrátt og rørslur, soleiðis at tú betur skilur, hvussu kroppurin virkar. Tú lærir tí at styrkja kroppin á rættan hátt. Harumframt ognar tú tær kunnleika í, hvussu tú stigvíst kanst økja/lækka um torleikstigið í rørslunum.

Hvat lærur tú?
* Grundleggjandi um rørslumynstur og at venja soleiðis, sum kroppurin eigur at vera vandur
* Ymisk torleikastig til hvørja rørslu, soleiðis at tú kann taka ræði á egnari venjing frameftir.
* Andadrátt í venjingini, soleiðis at tú hevur kontrol á egnum rørslum

Hetta skeiðið er væl hóskandi til tín, sum:
- vilt byrja/halda á fram á rættan hátt.
- vilt hava eina meira miðvísar og effektivar venjingar.
- følir teg ótrygga/n í einari fitness-miðstøð e.l.
- vilt føla teg virknan, pínufría/n og sterka/n frameftir.

Hvør undirvísir?
Rani Midjord

Nær, hvar og hvussu leingi venja vit?
· Undirvísing og venjing er í BURN Fitness í Tórshavn.
· Venjing er leygardag og sunnudag kl 11:00
· Hvør venjing er 120 min.
· Venjingin er í 2 vikuskiftir

Hvat er við í prísinum?
· 1 fólk 2.399,-
· 2 fólk 2.099,- ( fyri hvønn persón )
· 3 fólk 1.799,- ( fyri hvønn persón )
GG - limahald til Burn Fitness er ikki íroknað prísinum.