RAÐFEST TEG SJÁLVA/N:
Ein stjóri kann ofta í dagliga degnum hava úr at gera, og tá kann verða trupult at finna pláss og orku at røkta seg sjálvan/ við t.d venjing og kosti.

Stjórapakkin ger hetta lætt fyri teg, ið gjarna vilt betra um heilsuna, men ynskir vegleiðing at koma í gongd.

LÆTT OG EINFALT:
Eg bjóði tær eina heildarloysn, har tú sleppur undan at taka støðu til nakað. Tað einasta, tú skalt gera, er at møta til venjing og fylgja mínum vegleiðingum.

BERG SUM TÍN PERSÓNLIGA VENJARA:
Berg verður persónliga tín venjari í hesum tíðarskeiðinum.
Eisini verður tað Berg, sum ger allar venjingar - og kostætlanir, umframt at máta og viga teg.

ÁGÓÐAR VIÐ VENJING:
Tað eru hópin av granskingum, ið staðfesta, at venjing betrar um bæði krops - og sálarheilsuna, minkar um stong og betrar evnið at hugsavna seg. Eisini minkar vandin fyri lívsstílssjúkum, sum oftast er orsakað av inaktivieti og vánaligum kostvanum.

KOSTUR:
Eg geri tær eina sergjørda kostætlan. Eg syrgi fyri, at samansetingin av eggjahvítaevni, kolvætu og fiti er persónliga útroknað til tín, annahvørt tað er at byggja vøddar ella at missa feitt.

Hetta verður roknað út frá tínum arbeiði, svøvni, hædd, vekt, kyni, venjing, o.l.. Tú fært enntá møguleikan at ráða eitt sindur yvir, hvørjar rávørur koma í kostætlanina.

VENJINGARÆTLAN:
Eg geri venjingarætlan, ið er sergjørd til tín. Sergjørd skal skiljast sum, at venjingarnar eru á tínum støði, og venjingarnar gerast torførari sum títt støði hækkar. Eg taki sjálvandi hædd fyri møguligum skaðum og veikleikum.

Í samrøðuni tosa vit um, hvussu ofta tú ynskir at venja um vikuna. Venjingarætlanin verður tá gjørd út frá hesum.

HVAR BYRJA VIT:
Sum tað fyrsta hittast vit til eina samrøðu. Her tosa vit um tíni mál til summarið.Seinast í samrøðuni verður tú vigað/ur, og feitt % og cm verður mált.

Har umframt tosa vit um kostvanar, dagliga rørslu, arbeiði, svøvn, skaða og venjingarætlan.

Booka eina tíð til samrøðu:
Ynskir tú eitt pláss, kanst tú booka tær eina tíð til samrøðu. Tað gert tú við at senda mær ein mail á berg@burn.fo

Interval uppbygnaður:
Stjórapakkin er uppbygdur í interval, sum eru 3 vikur til longdar. Hvussu nógv interval, tú ynskir at keypa, avgerð tú, sjálvandi!

GG: Eg viðmæli tó, at man, í minsta lagið tekur 4 interval, fyri at fáa eitt gott úrslit!

Interval #1
Vika 1: Berg venur við tær 3 ella 4 tímar. (vekt, cm og feitt %)
Vika 2: tú venur sjálvstøðugt.
Vika 3: tú venur sjálvstøðugt.

Interval #2
Vika 4: Berg venur við tær 3 ella 4 tímar. (vekt, cm og feitt %)
Vika 5: tú venur sjálvstøðugt.
Vika 6: tú venur sjálvstøðugt.
GG: dagførd venjingarætlan

Interval #3
Vika 7: Berg venur við tær 3 ella 4 tímar. (vekt, cm og feitt %)
Vika 8: tú venur sjálvstøðugt.
Vika 9: tú venur sjálvstøðugt.
GG: dagførd venjingarætlan

Soleiðis halda vit áfram, so leingi, sum tú ynskir.

Prísir:
Stjórapakkin er ein heildarloysn, har alt er íroknað.

Prísur pr. interval er við dagførdari venjingarætlan, vekt eftirliti, mát og feitt %. Licens til appina er eisini íroknað
GG: Limahald í fitness er ikki íroknað, men ein serprísur á 199,- pr mðr. fyriliggur.

Uppstart:
Eingangsgjald á 2.900,-

Interval - 3 tímar við Berg:
Prísur pr. interval 1.350,-

Interval - 4 tímar við Berg:
Prísur pr. interval 1.650,-

GG: Til ber at gjalda mánaðarliga fyri interval.

 

TIL TÍN, IÐ YNSKIR VENJARA HVØRJAFERÐ:

Uppstart:
Eingangsgjald á 2.900,-

Interval - 9 tímar við Berg:
Prísur pr. interval 3.450,-

Interval - 12 tímar við Berg:
Prísur pr. interval 4.150,-

GG: Til ber at gjalda mánaðarliga fyri interval.