Iron Rebel Showdown

ATGONGUMERKI

 

Tá tú keypir atgongumerkið online, fært tú eina kvittan sendandi á tín teldupost. Hendan kvittan hevur eina strikukotu, sum verður scannað við inngongina. Tú kanst printa kvittanina út, ella hava hana á telefonini av vísa við inngongina.  Tá strikukotan er scannað, fært tú eitt armband, sum gevur tær atgongd til økið.

Strikukotan verður ógildað samstundis, sum hon verður scannað og kann tí ikki nýtast umaftur. Umráðandi er, at armbandið ikki verður tikið av hetta vikuskiftið.

Leys armbond verða ikki góðkend sum atgongumerki! Nýtt atgongumerki skal keypast og festast um hondina. Armbondini eru í góðari góðsku og detta ikki av hondini uttan víðari. 
GG: Ongi undantøk verða gjørd, viðvíkjandi armbondunum - verður tað tikið av, er tað ikki galdandi longur! Ansið tí eftir, at tað er á hondini undir øllum tiltakinum.

V.I.P
Fleiri luksus ágóðar eru til VIP plássini í ár. VIP atgongumerkini innihalda:

  • • egna inngongd og sleppa undan bíðirøð
  • • góð sitipláss við góðum sýni.
  • • sitipláss við borði. Hetta inniheldur tænara, ókeypis øl og snack.
  • • egna barr 
  • • meet and greet, har høvi er at møta útlendsku íðkarunum backstage.

Børn
Aldurin fyri børn er upp til og við 13 ár. Børn hava ikki atgongd til VIP øki.

Vanligt

Vikuskiftis pass 395 DKK / 53 €

h

Børn

Vikuskiftis pass 120 DKK / 16 €

V.I.P

Vikuskiftis pass 1000 DKK / 134 €

Inniheldur:
- Egna inngongd
- Betri pláss
- Fríða øl
- Meet and Greet

 

KEYP ATGONGUMERKI!