Keyp Her kanst tú keypa tær ein venjara til eitt polterabend eftir egnum ynski. 

Polterabend:
Hevur tú vinfólk, sum skulu ganga saman í hjúnaband? Latið okkum í Burn Fitness skipa fyri eini minniligari løtu.

Ein stuttlig løta fyri bæði brúður og brúðgóm:
Polterabend í Burn hevur nógv at bjóða uppá. Lær at dansa ein frekan og sexutan dans fyri komandi makanum, ella kom og svinga ein túr á stongini.

Vit bjóða undirvísing í dansi og undirvísing í poledance – bæði í bólki, ella einstaklinga undirvísing fyri komandi brúðrini ella brúðgóminum.

Njótið okkara jacuzzi og hitarúm:
Eisini ber til at nýta okkara umklæðingsrúm, boblubað og hitarúm um hugur er til tess. Vit garantera, at alt vertskapið kemur í rættiligt veitsluhýri.

Polterabend út av húsinum:
Ynska tit okkara undirhaldandi tænastu aðrastaðni, enn í Burn hølinum, bjóða vit eisini polterabend to-go. Her ber til booka ein venjara til eitt polterabend.

Vit gleða okkum til nógvan látur.

 

 

 

Hvør er venjari í polterabend?
Diana Jógvansdóttir Hansen
Barba Jansdóttir

Nær, hvar og hvussu leingi venja vit?
· Tíðspunktið verður avtalað við venjara
· Stað verður avtalað við venjara
· Polterabend varar vanliga 20 - 30 min