
Pole Dance:
Vilt tú koma í form og røra teg á ein nýggjan, festligan og øðrvísi hátt? Ja so er hetta júst nakað fyri teg. Poledance er ein sjáldsamur venjingarháttur viđ eini polestong sum fitness ambođ. Tú fært brúkt allan kroppin í venjingini, bæđi viđ festligum venjingum um polestongina, og eisini viđ styrkivenjingum bæđi fyri bein, búk og yvirkropp.
Tađ er pláss fyri øllum. Tær nýtist ikki at hava nakrar royndir ella vera í góđum formi, bara tú ert klár/ur til nýggjar gevandi og stuttligar avbjóđingar.
Hent at vita áðrenn ein poledance tíma:
- vit venja í shortsi og berum ørmum
- havið eitt lítið handklæði við
- tú skalt helst ikki hava brúkt krem/body lotion sama dag
Hvør er venjari í Poledance?
Barba Jansdóttir
Nær, hvar og hvussu leingi venja vit?
· Undirvísing og venjing er í BURN Fitness í Tórshavn.
· Venjing er hvørt mánakvøld kl 19:00
· Hvør venjing 50 min.
· Venjingin er í 6 vikur
Hvat er við í prísinum?
Kostnaður:
· Nýggj 975,-
· Vand 600,-
· 6 venjingar saman við venjara.
GG - limahald til Burn Fitness er ikki íroknað prísinum.
Royndir ið Barba hevur:
Barba hevur vant poledance síðani 2014 har hon byrjaði í Danmark, og helt áfram í Føroyum.
Barba hevur millum annað undirvíst í:
· Pilates
· Yoga
· Dansi
· Fimleiki