? Rakul Dahl lætna 18 kg ?

“Klassik, tí tað riggar! Hattar hevði eg ofta hoyrt, áðrenn eg sjálv upplivdi tað ?
Eg sá eina lýsing um eina eftirmeting, uha hugsaði eg, tá eg sá, at tað tók heili 16 vikur! Men eg hugsaði so, at tað var tað EG skuldi. So eg meldaði meg til og eri sera glað fyri, at eg gjørdi tað

Ein sera hørð byrjan við testing (sum eisini var hørð, eg hevði ikki siti á einari súklu í nógv ár) harðari venjing og kostumlegging

Vit fingu sera góða vegleiðing til venjingarnar og um kostin. Góðan tónleik og eitt, sum eg haldi er ordiliga deiligt við venjigunum er, at har eru so nógvir ymiskir ‘postar’ (veit ikki hvat tit kalla tað) onkrir tykjast harðari enn aðrir at koma í gjøgnum, men samstundis ein so sera deilig kensla, tá tað er gjøgnnumført ?

Eg hevði nógv ella alt at læra, tá eg byrjaði, men kom skjótt eftir tí

Stóra tøkk Burn Klassik og Inova fyri, at eg fekk hendan møguleikan” ?

Rakul Dahl.