Bestu rørslurnar:
Við mínum 25 ára royndum innan venjing havi eg funnið tær bestu feittbrennandi rørslurnar, samstundis sum tú byggir ein flottan kropp og gerst sterkari!

Venjingarnar eru settar saman við rørslum, ið aktivera flest møguligar vøddar í senn. Um tit fylgja míni ráðgeving, kann eg garantera tykkum úrslit!

Kvinnur og menn:
Skeiðið er gjørt til øll, kvinnur og menn í øllum aldri! Umleið 65% av luttakarunum eru kvinnur, og 35% eru menn! Tey flestu eru í 25 til 50 ára aldri, tó eru eisini fleiri eldri enn 50 ár og yngri enn 25 ár.

Um tú ert ein tilkomin kvinna, ið ongantíð hevur sett fótin inn um gáttina í eini venjingarmiðstøð, er hetta skeiðið eisini til tín! Og hinvegin eisini til ítróttarfólk, ið ynskir eina avbjóðing.

Eg kann tillaga intensitetin til hvønn einstakan, soleiðis at øll megna at vera við, og øll fáa mest burturúr.

Ørvísi venjingar:
Burn Klassik er ein heldur øðrvísi venjingarháttur enn tann, vit vanliga síggja í Føroyum. Vit brúka ymiska útgerð, sum eg sjálvur havi gjørt, saman við meiri vanligum rørslum.

Hetta er við til at gera venjingina stuttliga og meiri motiverandi. Við hesi útgerðini fær kroppurin tyngd, sum er alt avgerðandi fyri at byggja flottar vøddar, t.d eina vakra, runda rumpu til kvinnuna ella flottar herðar til mannin!

Góðska:
Eg leggi stóran dent á góðskuna av venjingunum. Eg havi valt, ikki at taka ov nógv fólk til hvønn tíma, men heldur havi eg býtt liðini út á fleiri tímar á degnum. Soleiðis kann eg betur hava eyguni við hvørjum einstøkum og tryggja mær, at øll venja rætt.

Strævið men gott útslit:
Fyri fleiri av tykkum er hetta eitt fet á røttu leiðini, har tit fáa møguleika at broyta nógvar óvanar. Hetta tíðarskeið fer óivað at verða sera strævið til tíðir, men tað úrslit, tit fara at fáa, verður stríðið vert!

Tá skeiðið er liðugt, fara tit at síggja ávøksturin av tykkara harða arbeiði. Væntandi eru tit blivin betur fyri kropsliga og eru lætnað nøkur kilo.

Logga á

Fyri at fáa avsláttur sum afturvendandi kundi, er neyðugt at rita inn við telduposti og loyniorði.

Tá tú hevur ritað inn, minnist skipanin hvussu nógvum skeiðum, tú hevur veri á, og rættar prísin til tín.

Brúkaranavn:
Hetta er tín telduposturin, tú hevur uppgivið, tá tú keypti títt fyrsta skeið. Soleiðis er teldupostur altíð títt brúkara navn.

Loyniorði:
Hetta er somuleiðis tað loyniorðið, tú valdi tær, tá tú keypti skeið fyrstuferð. Tá tú hevur skrivað teldupostin sum brúkara navn, umframt títt loyniorð, trýstir tú á rita inn niðast til høgru.

Minst til mín:
Um tú velur at seta flugu bein í hetta feltið, ert tú áhaldandi innritaður í skipanina, og soleiðis kann tað verða lættari fyri teg næstuferð.

Hjálp:
Um tú hevur trupulleikar at rita inn, um annahvørt teldupostur ella loyniorð er skeivt, kanst tú trýsta á hjálp ovast til høgru.

Gloymt loyniorð
Um tú hevur gloymt títt loyniorð, kanst tú trýsta á gloymt loynið orð niðast til høgru. Vit senda tær tá eitt nýtt loynirorð á tín teldupost. Hetta loyniorðið fært tú broytt til eina og hvørja tíð sjálv/sjálvur.

Burn Klassik

26. feb 2024

1.500,00 kr.

*

*

Clear
SKU: klassik-26-02-2024 Category:
Burn Klassik

25. mars 2024

1.500,00 kr.

*

*

Clear
SKU: klassik-25-03-2024-1 Category:
Burn Klassik

22. apríl 2024

1.500,00 kr.

*

*

Clear
SKU: klassik-22-04-2024 Category:
Burn Klassik

29. januar 2024

1.500,00 kr.

*

*

Clear
SKU: klassik-2023-10-09 Category:

Kontakt

Hevur tú spurningar um eitthvørt sum, tú ikki finnur her á síðuni, kanst tú venda tær til okkara.

Telefon: +298 299900

Teldupostur: burn@burn.fo

Vel frítt og fleksa ímillum hesar tíðirnar: mána-, mik- og fríggjadag kl. 06.53 - 07.53 kl. 10.00 - 11.00 kl. 16.00 - 19.00 (Drop in)
Eyka venjing er leygardag frá kl. 10.00 - 11.00 (avlýsingar kunnu koma fyri)
PRÍSIR 1. skeið 2.200,- 2. skeið 1.700,- 3. skeið 1.200,- 4. skeið 900,- 5. skeið 600,- 6. skeið 500,-