?Elisabeth lætnaði 10,8 kg og klænkaði 99 cm ?

– Burn klassisk, hvør hevur eftir hondini ikki hoyrt um tað? Eg havi royndi tað fyrr, beint tá konseptið kom og helt tað var fínt.
Eftir tveir tættar barnsburðar, har eg tók meir enn nokk uppá og ikki kláraði at tapa alt ímillum, hevði eg ein harðan kamp fyri framman ?

Eg havi sum so altíð vant eitt sindur, men hesaferð virkaði tað eitt sera møtimikið at koma ígongd.
So sá eg eina lýsing um at vera við til eina meting í 16 vikur, har man skuldi venja Burn klassisk og eta eftir kostætlan. Fyri meg sum eri so kappingar sinna var hetta akkurát tað! ??

Tað var sera áhugavert at skula taka testir áðrenn, meðan og eftir skeiðið fyri at síggja, hvat tað ger við teg, tá tú venur og etur sunnari.
Av tí at eg hevði átt 4 mðr áðrenn eg fór ígongd og gav bróst, fekk eg eina tillagaða kostætlan, soleiðis at tað ikki kom at ávirka bróstagevingina, her var sera góð hjálp at fáa og ein løtt kostætlan at fylgja.

Hesaferð fekk eg eina heilt nýggja mynd av at venja klassisk! Tað er fantastiskt at koma niðan á hjalla og alt er sett upp fyri teg áðrenn! Tú skalt bara íðka teir postar, sum longu eru har og tað er góð vegleiðing til hvønn post, eisini eru starvsfólk, sum rætta uppá tá man ger øvislini skeivt.

Av tí at fleiri venja har, so finnur man altid onkran at venja saman við og tað motiverar eisini eyðka! Eg fekk fyrsta dagin ein venjingarmakkara og tað gjørt upplivingina nógv betur ☺️

Aftaná 16 vikur hevði eg megna at tapt 10,8 kg og heili 99 cm fordeilt um allan kroppin, men mest av øllum havi eg vunni gleðina við aftur at venja og betri heilsuvanar ?

So hettar var heilt vist tað besta, sum kundi henda fyri meg og eg takki fyri til bæði Burn og Inova at eg fekk hendan møguleikan at vera við ?

Elisabeth Dorthea Christiansen