GET IN SHAPE og GIS Light byrja aftur 9. februar 2021!

GET IN SHAPE við Annu og Dianu
- Skeiðið til kvinnuna, sum vil koma í form og trimma kroppin. Nú fleiri ymisk skeið at velja í!

  1. 1. GET IN SHAPE – klassiska útgávan av skeiðinum!

Vit venja í felag – tríggjar ferðir um vikuna í 60 minuttir. Vel millum morgunhold og kvøldhold.

Lið Týsdag
Hósdag
Leygardag Venjari
Morgun 06:00-07:00 06:00-07:00 08:30-09:30 Diana
Kvøld 20:10-21:10 20:10-21:10 08:30-09:30 Anna & Diana
  1. 2. GET IN SHAPE Light, til kvinnuna, sum einans ynskir tvær venjingar um vikuna!

Vit venja í felag – tvær ferðir um vikuna í 60 minuttir.

Lið Týsdag Hósdag Venjari
Light 19:00-20:00 19:00-20:00 Anna & Diana
  1. Set teg sjálva fremst nakrar tímar um vikuna og kom við til skeið við Annu og Dianu! Skeiðið er einans fyri kvinnur og hevur sum fremsta endamál at trimma og styrkja kroppin!

Luttakaratalið er avmarkað, og vit leggja okkum eftir at veita persónliga vegleiðing til hvønn einstakan luttakara.

Vit venja í felag í BURN í miðbýnum. Vit leggja stóran dent á góðsku og venja konditión, styrki og fimi, í einum jaligum og stuðlandi umhvørvi.

Um okkum:
Anna hevur starvast í fitnessentri í Svøríki í yvir 10 ár og seinastu 6 árini verið liðvenjari á venjinarstøð í Føroyum. Serligir førleikar eru styrkivenjing, kroppsrørslur og at leggja venjingina til rættis eftir tí einstaka.

Diana er professionellur dansari og persónligur venjari við 15 ára royndum. Dansiundirvísing og fitness er nakað, hon starvast við í tí dagliga. Serligir førleikar eru kroppsrørslur, fimi og venjing við høgum intensiteti.

Hevur tú skaða ella aðrar avbjóðingar, send okkum so eini boð á info@getfit.pt, soleiðis at vit fáa lagt venjingina til rættis eftir tí.

Hvat er GIS?
· Venjing einans fyri kvinnur
· Uppstrammandi heilkropsvenjingar
· Aldursmark á 16 ár
· Avmarkað pláss

Hvar er GIS?
· Burn Fitness í miðbýnum
· Niels Finsensgøta 8
· Tel. 590900 (Anna) / 258139 (Diana)

GIS

· Kostnaður 2.200,- (íroknað limahald í Burn Fitness)
· 4 vikur skeið við venjara
· 3 liðvenjingar um vikuna á 60 min.

GIS Light

· Kostnaður 1.500,- (íroknað limahald í Burn Fitness)
· 4 vikur skeið við venjara
· 2 liðvenjingar um vikuna á 60 min.

BURN+ hald er íroknað í skeiðstíðini, so tú kanst eisini venja sjálvstøðugt út yvir liðvenjingina ella nýta gosbað og hitarúm aftaná venjing.