Venjing saman við Dianu:
Mær dámar væl, at venjingarnar eru skiftandi og gangi høgt upp í at venja rætt. Eg ynski eisini, at tú stuttleikar tær, í meðan tú venur.

Vegna mína bakrund sum dansari, dámar mær væl at venja nógv við kropsvekt, hoppi øvilsum og lastikkum.

Eg havi eisini nógvar royndir og skeið innan vektlyfting.

Polterabend:
Kom og flenn saman við tínum vinfólkum.

Vit byrja við eini lættari dansiupphiting fyri at loysa upp.
Til hetta kunna øll vera við, sum hava hug.

Síðani ganga vit festlig model catwalk eftir gólvinum, har vit uttan iva, fara at flenna og hava tað stuttligt.

Næsti partur er at læra eina stuttliga dansiseriu, sum øll klára at gera.

At enda sleppur tann, ið skal giftast, at royna seg og skal út á dansigólvið, meðan øll hyggja at. Her kunnu tit filma og taka stuttligar myndir til stóra brúðleypsdagin. Til hetta kunnu tit gott ynskja ein sang, fyri at gera løtuna enn meiri serliga.

Hetta verður óivað ein uppliving, sum tit fara at minnast og skemta um leingi.

Lívssøga hjá Dianu:
Diana er útbúgvin persónligur venjari og Crossfit Level 1 Trainer
Online (CF-0L1)

Diana er fødd í 1989 og er uppvaksin á Toftum. Í 2007,  flutti Diana niður til Danmarkar á skúla, har hon byrjaði sína dansi ferð á Flowdance Academy.

Eftir hetta var Diana á Hotstepper Dance Education í eitt ár, frá 2011-2012.

Diana hevur arbeitt sum yrka dansari frá 2012 - 2017 runt um í heiminum; París, New York, Marokko, Svøríki, Norra og Italia.

Í 2017 bleiv Diana útbúgvin persónligur venjari á At Work skúlanum í Danmark og hevur starvast í Burn síðan.

Hvat siga tey?

Bryndis, 20 ár

Aftan á at hava havt trupulleikar við rygginum í nøkur ár, valdi eg at gera okkurt við hetta. Eg setti meg í samband við Dianu, og hon vildi fegin hjálpa mær á leiðini at fáa ein frískari og sterkari rygg. Venjingarnar hava verið sera gevandi og altíð líka stuttligar. Venjingarnar hava hjálpt mær sera nógv upp á pínuna í rygginum, og ryggurin hevur tað nógv betur. Eg viðmæli Dianu, tí at hon er altíð líka fullfíggjað í tí, sum hon ger, og er í stundini klár at hjálpa við sínum positiva lyndi.

Anja, 51 ár

Venjing við persónligum venjara í mínum føri Diana, er besta íløga tú kanst geva tínum egna kroppi. Diana er væl fyrireika, tá tú møtir til venjing. Hon koyrir á teg í 60 min við nógvum ymiskum venjingum - tað verður ikki spart uppá krútið hon fær teg ikki at gevast - hon gevur rós og tað er tað besta at hoyra, tá man er totalt mør-bankaður eftir 60 min og tað allarbesta er, at tú angrar ongantíð venjingina - kann bara siga at tímar við Dianu er besta íløga í eins egna kropp - Diana fær allar stjørnur frá mær!

Elin, 31 ár

Eg haldi, at venjingarnar saman við Dianu hevur hjálpt mær úr mínari egnari “comfort zone”, tí eg plagi sum oftast bara trena tað sama, har hon hevur inspirerað meg við nýggjum og stuttligum venjingum, og hon pressar meg longur, enn hvat eg sjálv haldi, at eg klári, sum eisini ger, at eg føli meg sterkari og meiri motiveraða. Stutt sagt kann tað sigast soleiðis: tað er mega hørð, motiverandi og stuttlig venjing saman við henni.

Súsanna, 42 ár

Tá eg endiliga tók meg saman og kontaktaði Dianu, hevði eg vant í fitness í eini 3 ár. Teir seinastu mánaðirnar var motivatiónin fallandi og matarlysturin vaksandi, so nú vóru eisini nøkur kilo har, sum eg ikki vildi hava. Kláraði ikki ordiliga at motivera meg sjálva. Eg hevði fleiri ferðir sæð onnur fólk vant saman við einum persónligum venjara, men helt ikki at tað var nakað fyri meg. Diana var beinanvegin klár, tá eg setti meg í samband við hana og spurdi um hon kundi hjálpa mær ávegis. Vit avtalaðu eina tíð til okkara fyrstu venjing saman. Diana dugir sera væl at gera at man kennir seg væl. Hon dugir at laga venjingarnar til tann einstaka, og so dugir hon so sera væl at koma við uppmuntrandi viðmerkingum, soleiðis at man líka klárar 5 sekund afturat Sum kundi, føldi eg at hon vísti mær áhuga, og at hon gleddist um hvørt framstig saman við mær. Eg fekk eisini nakrar venjingar sendandi frá henni. Eg fekk júst tað rætta skumpið frá Dianu, og eg vænti heilt avgjørt, at eg einaferð aftur fari at venja saman við henni.

Vivi, 50 ár

Nú havi eg vant hjá Dianu í longri tíđ. Og má sigast, at eg ikki havi verđi so væl fyri tey seinasta 20 árini, sum nú. Tað at venja er vorðið eitt krav til mín sjálva, sum ikki er til at broyta. Takk Diana!