Melda til her Byrjar 30. apríl 2019  / Skeið 2 byrjar 4. juni 2019 

Burn skeið á Sandoynni:
Hettar skeiðið er til øll, ung sum gomul. Hevur tú tørv á at styrkja tær kroppin, betra um kondi ella ynskir at lætna nøkur kilo, er hettar skeiðið avgjørt nakað fyri teg. Týsdagar og hósdagar kl. 18.30-19.30, venja øll sama við venjara, sum vegleiðir, rættar og ráðgevur í hvørjari rørslu.

Við rætt samansettum rørslum / venjingum fáa vit likamið at brenna mest møguligt hendan tíman.

Við í prísinum er eisini ein venjingarætlanin, sum gevur tykkum møguleikan at venja sjálvi, bæði meðan skeiðið koyrir, men eisini, tá hesar 4 vikurnar eru av.

Í hesi venjingarætlan taka vit hædd fyri aldri, kyni og venjingarstøði. Kvinnur fáa eina ætlan, ið hevur meiri fokus á bein og rumpu, meðan mannfólkini fáa eina ætlan við meiri bringu - og armvenjingum.

Intro:
Vit hava 30 min intro, týsdagin 30. apríl - Kl: 18:00, áðrenn venjingin byrjar. Á hesum fundinum verður kostætlanin gjørnumgingin, í høvuðsheitum. Harumframt verður leystliga greitt frá, hvussu skeiðið er uppbygt, og møguligir spurningar frá luttakarunum verða svaraðir.

Venjari:
Útbúgvin persónligur venjari skipar skeiðið.

Nær, hvar og hvussu leingi venja vit?
· undirvísing og venjing er í Fitnesshøllin Sandoy.
· venjing er hvønn týsdag og hósdag kl 18:30
· hvør venjing varar í 60 min.
· venjingin er í 4 vikur

Hvat er við í prísinum?
Kostnaður: 2.200,-
· 8 venjingar saman við venjara
· kostætlan
· venjingarætlan
· luttøka í facebook bólki (til motivatión, samskifti og spurningar)
· vekt kontrol hvørja viku
· máting av kroppinum við byrjan og enda
· limahald til Fitnesshøllin Sandoy