Keyp tímar Tú kanst keypa tær persónliga venjing við at trýsta á leinkið til vinstru.

Venjing saman við Dianu:
Mær dámar væl, at venjingarnar eru skiftandi og gangi høgt upp í at venja rætt. Eg ynski eisini, at tú stuttleikar tær, í meðan tú venur. Vegna mína bakrund sum dansari, dámar mær væl at venja nógv við kropsvekt, hoppi øvilsum og lastikkum.

Lívssøga hjá Dianu:
Diana er fødd í 1989 og er uppvaksin á Toftum. Í 2007,  flutti Diana niður til Danmarkar á skúla, har hon byrjaði sína dansi ferð á Flowdance Academy.

Eftir hetta var Diana á Hotstepper Dance Education í eitt ár, frá 2011-2012.

Diana hevur arbeitt sum yrka dansari frá 2012 - 2017 runt um í heiminum; París, New York, Marokko, Svøríki, Norra og Italia.

Í 2017 bleiv Diana útbúgvin persónligur venjari á At Work skúlanum í Danmark og hevur starvast í Burn síðan.