Barnakonuvenjing

Melda til her Vit lýsa nærri tá næsta skeið byrjar aftur (Koyrir í 6 vikur)

Styrkivenjing fyri barnakonur
Nú ber til hjá barnakonum at fáa venjing serliga ætlað teimum. Elin í Stórustovu, venjari, og Guðrun Zachariasen, kommunulækni, standa fyri hesum forkunnuga skeiði.

Endamálið:
Ert tú von við at venja, kanst tú væl halda á fram, meðan tú ert við barn. Vandi tú ikki, áðrenn tú gjørdist við barn, er tað eitt gott hugskot at byrja nú. Tað er ein fyrimunur fyri bæði teg og títt barn, at tú venur og ert kropsliga væl fyri.

Fyrimunirnir við at vera kropsliga væl fyri, tá tú ert við barn, eru nógvir:
· Hjálpir, um tú hevur ryggpínu, ert hovin og uppblást.
· Fyribyrgir ov høgum blóðtrýsti og minkar um vandan fyri fosturvatnseitran.
· Minkar um vandan fyri barnsburðarsukursjúku
· Heldur vektini niðri
· Tú verður í betri lag, fært meira orku og svevur betur um náttina
· Minkar um møguligar komplikatiónir undir føðing
· Tú kemur skjótari fyri teg eftir føðing
· Betri sjálvsvirði og minni vandi fyri burðartunglyndi

Nær, hvar og hvussu leingi venja vit?
Undirvísing og venjing er í BURN Fitness í Tórshavn.
Byrja verður hósdag [ ? ] kl. 16.30

Hvør venjing er 60 min.

Hvat er við í prísinum?
· Kostnaður: 1155,-
· Venjing eina ferð um vikuna í 6 vikur.
· Við í einum lukkaðum facebook bólki.
· Vøggan: 20% í avslátturi av øllum klæðum og undirklæðum av merkinum Mamalicious, og av undirklæðunum av merkinum Carriwell, galdandi hettar tíðarskeið.

GG - limahald til Burn Fitness er ikki íroknað prísinum.

Eyka:
· Møguleika at keypa Booty Builder lastikk, sum eisini kunnu brúkast til venjing heima við hús
· 12 túra klippikort til Burn, so tú kanst venja 3 ferð um vikuna (Burn Barnakonuvenjing + tvær eyka venjigar sjálv)

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at senda teldupost til elin@burn.fo

🙂